Úrslitið hjá Intership øktist við 164 prosentum

Norska brunnbátareiðaríið - Intership - hevði eitt sera gott rakstrarúrslit í fjør.

 

Flottu myndina av brunnbátinum - Lady Anne Marie - eigur reiðaríið, Intership.

 

 

Norska brunnbátareiðaríið Intership økti um ársúrslitið í fjør við heili 164 prosentum í mun til árið fyri, og reiðaríið væntar, at úrslitið í ár verður enn betur. 

 

Fyri skatt í fjør hevði Intership eitt rakstrarúrslit fyri skatt á 66,8 miljónir norskar krónur, sum svarar til slakar 50 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Rakstrarúrslitið í 2019 var á 25,3 miljónir norskar krónur, sum svarar til slakar 19 miljónir krónur í okkara peningi. Tískil gjørdi rakstrarúrslitið í 2020 eitt rættiligt lop.

 

- Hetta er eitt úrslit av góðum arbeiði, bæði í landi og umborð á okkara skipum, sigur samtaksstjórin, Ole Peter Brandal, og tað er iLaks, sum endurgevur úrslitið hjá Intership.

 

Sambært iLaks hevur norska brunnbátareiðaríið ikki bara virksemi í Noreg, men eisini í eitt nú Chili og Kanada, og í løtuni verða tveir nýggir brunnbátar bygdir til virksemið hjá felagnum.

 

Á heimasíðuni hjá Intership lesa vit, at felagið í sínum arbeiði leggur dent á fiskavælferð, og at reiðaríið tekur sær av flutningi av smolti, fiski sum skal slaktast, skiljing og viðgerð.

 

 

 

 

 

Flottu myndina av brunnbátinum - Lady Anne Marie - eigur reiðaríið, Intership.