USA hevur illgruna um at Kina njósnast við stórari ballón

WASHINGTON D.C.: Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, sporar tað, sum verður hildið at vera ein kinesisk njósnaraballón, sum hevur flogið yvir USA.

 

Mynd: Chase Doak/AFP/Ritzau Scanpix

Tað hava amerikonsk embætisfólk í gjár upplýst sambært tíðindastovuni Reuters.

– Ætlanin við hesi luftballón er púra greitt eftiransing, sigur amerikansku embætismaður, sum vil vera dulnevndur.

Í amerikanska miðlinum ABC News verður luftballón lýst sum ómetaliga stór og á stødd við tríggjar bussar.

Tann dulnevndi embætismaðurin sigur sambært Reuters, at amerikanska stjórnin hevur sporað luftballónina, síðani hon kom inn í amerikanskt loftrúm fyri tveimum døgum síðani.

Embætisfólk hava ikki viljað sagt, hvussu høgt ballónin hevur flogið. Tey siga tó, at tað var hægri enn sivil flogferðslan, men ikki í uttara rúminum.

/ritzau/

 

 

Mynd: Chase Doak/AFP/Ritzau Scanpix