USA lækkar rentuna fyrstu ferð í fýra ár

Amerikanski miðbankin segði so seint sum í mai í ár, at rentulækkingar eru langt burturi í framtíðini

Í kvøld hendi tað: USA lækkar rentuna við 0,50 prosentstigum. Og hetta eru góð tíðindi fyri føroyskar húsaeigarar við skuld. Tí tá fremstu miðbankarnir lækka rentuna, fer tað næstan altíð at breiða seg til renturnar her heima.

– Eitt fall í rentuni í USA fer ikki at hava beinleiðis ávirkan á okkum, men tætt samband er millum rentuna hjá miðbankunum og rentuna á húsalánunum hjá dønum, sigur høvuðsbúskaparfrøðingurin í Danske Bank, Las Olsen við TV2.

Boðini úr USA koma eftir fýra ár, har amerikanarar annars hava havt eina endaleysa røð av rentuhækkingum.

Rentan botnaði í 2020, og síðani er hon hækkað tilsamans 11 ferðir. So har rentan fyrr sveimaði um null, kom hon at enda á yvir fimm prosent. Endamálið við rentuhækkingunum var at standa ímóti vaksandi inflatiónini í USA.

Men í kvøld gekk aftur um brekku. Tí seinastu mánaðirnar hevur prísvøksturin verið meira darvaður. Samstundis líður amerikanski búskapurin við vaksandi tali av arbeiðsleysum, og her kunnu lægri rentur hjálpa, tí tað stuðlar ynskinum at gera íløgur.

– Tá rentan er lægri, lønar tað seg betur at gera íløgur. Og so verða fleiri arbeiðspláss. Hóast hetta er fyrstu ferð, at USA lækkar rentuna í longri tíðarskeið, hevur evropeiski miðbankin virkað sjálvstøðugt í ár og lækkaði rentuna bæði í juni og fyrr í september.

Sí eisini: Evropiski miðbankin lækkar rentuna

 

Men nýggja fráboðanin úr USA fer at geva rentuni enn eitt trýst niður her heima, meta búskaparfrøðingar. Og tað verður serliga ein fyrimunur hjá húsaeigarum, sum hava lán við skiftandi rentu. Fíggjarmarknaðurin eru samanbundin, tí íleggjarar kunnu læna pening úr USA og læna hann til evropeiskar húsaeigarar. So rentugongdin í USA hevur stóra ávirkan á, hvat tú rindar í Føroyum fyri t.d. eitt 30 ára húsalán.