Útgávukonsert: Eyði Horsdal við bólki

Leygardagin 25. mars hevur Eyði Horsdal útgávukonsert í sambandi við, at heildarútgáva hansara Songs with Eva kemur út.

 

Konsertin verður hildin á Listasavni Føroya kl. 16. Kafe List hevur eisini opið.

 

Í bólkinum eru:

 

 

 

● Eyði Horsdal (sang, guitar og klaver)

 

 

 

● Eva Perrin Fontana (yrkingar og sang)

 

 

 

● Albert Karch (trummur og orgul)

 

 

 

● Kristian Pauli Ellefsen (klaver og strúk)

 

 

 

● Arnold Ludvig (bass og guitar)

 

 

 

Songs with Eva er ein stillfør, sjarmerandi og innilig útgáva. Eyði hevur skrivað 16 sangir burtur úr yrkingum eftir Evu Perrin Fontana. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álvarsemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert.

 

Høvi verður eisini at ogna sær vælljóðandi og góðskuríku LP’ina Songs with Eva, ið er í vøkrum húsa, sum Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Útgávan verður eisini tøk á talgildu tónleikapallunum.

 

29 ára gamli sangskrivarin Eyði Horsdal letur fríggjadagin 24. mars úr hondum fyrstu heildarútgávu sína: Songs with Eva. Longu nú ber til at hoyra stakløg av útgávuni talgilt.