Útlendskur fiskimaður læt lív í Barentshavinum

- Soleiðis, sum vit hava skilt á manningini umborð á skipinum, var talan um eina arbeiðsvanlukku, sigur átaksleiðari.

Í gjárkvøldið bórust tíðindini um, at eitt norskt fiskiskip, sum fiskaði í Barentshavinum, hevði mist ein av manningini. 

 

- Maðurin, sum fór fyri borð, var ein útlendskur ríkisborgari, og roknað verður við, at hann er druknaður.

 

Átaksleiðarin í Troms, Karl Erik Thomassen, sigur við Sunnmørsposten, at maðurin var í 30-árunum. 

 

Hann vísir á, at soleiðis, sum tey hava skilt á manningini umborð á skipinum, var talan um eina arbeiðsvanlukku.

 

Tað var klokkan 19.05 í gjárkvøldið, at Høvuðssjóbjargingarstøðin í Norðurnoregi fekk boðini um vanlukkuna.

 

Maðurin fór í havið umleið 110 sjómíl eystur úr oynni, Hopen, sum er partur av oyggjabólkinum, Svalbard.

 

Tað er tíðindastovan NTB og aðrir norskir miðlar, sum bera hesi tíðindi um vanlukkuna í morgun.