Útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga fleiri dagar á Føroya banka

Línuskip og útróðrarbátar sleppa eisini at royna á Føroyabanka í 2023.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023.

 

Skipanin er broytt sammett við 2022.

 

Fiskidagarnir eru býttir øðrvísi millum bólkarnar enn í 2022. Útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga fleiri dagar og línuskip lutfalsliga færri dagar.

 

Ein onnur broyting er, at línuskip bara kunnu royna á Føroyabanka eftir hálvan august.

 

Nýggj skipan er gjørd fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5. Í ár sleppa bara teir vinnuliga virknastu bátarnir á Bankan. Fyri at fáa loyvi, skal báturin hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira minst eitt av árunum 2020-2022 ella í tíðarskeiðinum 1. januar til 1. mai í ár.

 

Bátar í bólki 5, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2023, skulu, innan hósdagin 8. juni 2023, kl. 16.00, søkja Vørn um fiskiloyvi.

 

Í fjør fiskaðu bátarnir undir 15 tons av felags fiskidøgum uttan avmarkingar. Í ár eru eisini felags fiskidagar, men skipanin er broytt soleiðis, at eitt hámark verður sett fyri hvønn bátin.

 

Kunngerðin um Føroyabanka í 2023 kann lesast her.