Útróðrarvinnan í Suðurgrønlandi á knøunum

- Toskaprísirnir eru so lágir, at fiskiveiðan ikki longur er lønandi, sigur formaðurin í fiski-og veiðimannafelgnum í Nanortalik.

 

 

Koronu-farsótt og veðurlagsbroytingar noyða útróðrar-og fiskivinnuna á knæ í øllum Suðurgrønlandi, og her er stórur tørvur á fíggjarligari hjálp. 

 

Tað heldur fiski-og veiðimannafelagið í Nanortalik, sum vísir á, at støðan er sera trupul.

 

Stórísurin er burtur, og summarið stendur fyri durum. Hetta er árstíðin, sum flestu jollufiskimenn í Suðurgrønlandi síggja fram til sum hin besta á árinum.

 

Men, koronu-kreppan hevur rakt útróðrarvinnuna sera hart og hevur noydd jollufiskimenn á knæ, sum Sermitsiaq tekur til.

 

Heimasíðan vil vera við, at veðurlagsbroytingar eisini eiga sína orsøk í vánaligu støðuni, og víst verður á, at tilverugrundarlagið hjá hesi vinnu er álvarsliga hótt.

 

Men, tað eru ikki bara jollufiskimenninir, sum ikki fáa tað at bera til fíggjarliga. Eisini fiskavirkini hava eisini verið noydd at tillaga seg til lækkandi fiskaprísir á heimsmarknaðinum.

 

- Viðurskiftini eru so vánalig, at hetta má metast at vera ein katastrofustøða, sum Ole Larsen tekur til. Hann er formaður í fiski-og veiðimannafelagnum í Nanortalik.

 

Ole Larsen leggur aftrat, at Arctic Prime Fisheries og Royal Greenland hava sett avmarkingar fyri, hvussu nógvan tosk tey kunnu keypa, og toskaprísirnir eru so lágir, at fiskiveiðan ikki longur er lønandi.