Uttanríkisráðharrin í Iran er eisini saknaður

Tað er ikki bara forsetin, Ebrahim Raisi, sum er saknaður eftir tyrluvanlukku í útnyrðingspartinum av Iran.

Foto: AFP/Ritzau Scanpix

Eisini uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, var millum ferðafólkini í tyrluni, sum er horvin í fjøllunum og skógarvaksna økinum.

Hossein Amir-Abdollahina, var eisini millum innbodnu gestirnar, tá ein byrging við markið til Aserbajdsjan var tikin í nýtslu, beint undan tyrluvanlukkuni.

Á myndini omanfyri sæst Raisi til svinstru og Amir-Abdollahian til høgru.

 

Foto: AFP/Ritzau Scanpix