Vár í Ólavustovu farin

Í nátt doyði Vár í Ólavstovu, málfrøðingur, 62 ára gomul.

 

Hon gjørdist brádliga sjúk meðan hon var til arbeiðis í gjár, og andaðist í nátt.

Vár í Ólavstovu tók studentsprógv í Hoydølum í 1976 og læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1981. Í 1992 tók hon Mag. art. í norðurlendskum bókmentum í lærda háskúlan í Keypmannahavn. í 2011 tók hon Ph.D. í frálærufrøði við Syddansk Universitet.

Vár í Ólavstovu var gift við Zakaris Svabo Hansen, og tey eiga sonin Ólav Sakarisson í Ólavsstovu.

Vár var dóttir Katrina og Ólav Michelsen, sum bæði vóru lærarar. Hann var harumframt kendur býráðspolitikari í Havn, rithøvundur og blaðstjóri á 14. September.