Vælbjargað fáa almennan stuðul til at leiga sær íbúð

Arbeiðsgevarar skilja ikki framferðina hjá samgonguni

Sum støðan er nú, er tað eitt krav, at bústaðir skulu hava privat byggifeløg við, tá ið íbúðir verða bygdar.

 

Men samgongan er av teirri áskoðan, at hetta er ein forðing fyri bústaðarbygging.

 

Samstundis skulu privat byggifeløg hava avkast og tað merkir, at leigan má setast upp – tí Bústaðir hava ikki nakað krav um avkast.

 

Tí fer hendan samgongan at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka kravið um, at Bústaðir skulu hava privat byggifeløg upp í, tá ið Bústaðir verða bygdir.  

 

Men tað skilja tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki ordiliga. Tey siga í eini viðmerking til ætlanin, at eftir lógini kann Landsstýrið loyva Húsalánsgrunninum at fara undir verkætlanir einsamallur um ongin áhugi er hjá íleggjarum at vera við í verkætlanini, ella tá ið tað ikki ber til at semjast við privatar íleggjarar.

 

Men annars heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at Bústaðir eiga at hava ein hóskandi vinning av teimum íbúðum tey byggja.

 

Tá ið Bústaðir ongan vinning hava, merkir í roynd og veru, at landskassin stuðlar teimum, sum leiga hjá Bústøðum, siga Arbeiðsgevararnir.

 

Men tey, sum leiga frá øðrum útleigarum á vanliga bústaðarmarknaðinum, ikki fáa sama stuðul, leggja tey afturat.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, leigarar hjá Bústøðum, og aðrir leigarar, eiga at verða javnsettir.

 

Vil tað almenna stuðla leigarum, so at húsaleigan verður bíligari, kunnu teir leigarar, sum hava mest brúk fyri tí, fáa ein stuðul frá tí almenna.

 

Hetta kann verða gjørt við at seta eina skipan í verk við bústaðarstuðli, sum allir leigarar, sum lúka treytirnar, kunnu fáa.

 

Arbeiðsgevararnir halda, at tað er óskiljandi, at fólk við høgari inntøku, sum leigar frá Bústøðum, skulu fáa stuðul frá tí almenna til sína húsaleigu, meðan ein við lágari inntøku, sum leigar privat, ikki fær sama møguleika.

 

Harumframt kann tað hava avleiðingar fyri útboðið av leigubústøðum, tá ið privatir íleggjarar, sum skulu virka eftir marknaðartreytum, skulu kappast við ein almennan grunn, sum ikki hevur sama krav um avkast. Tá er kappingin ikki á jøvnum føti, og tað fer helst at minka um hugin at fara í eina ójavna kapping, halda arbeiðsgevararnir.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað er stór bústaðarneyð í Føroyum, og at tað eisini er stórt trot á leiguíbúðum.

 

Tey halda eisini, at tann almenni bústaðarpolitikkurin eigur vera at skapa tær røttu fortreytirnar fyri at útvega bústaðir.

 

Men arbeiðsgevararnir siga, at einsamallir klára Bústaðir ikki at nøkta tørvin  

 

– Skal tað ganga nógv skjótt at útvega fleiri bústaðir, er tað ein fortreyt, at privatur kapitalur er við, sigur Arbeiðsgevarafelagið.