Vænta einki ísfiskalínuskip í næstu viku

- Men, vit vænta bæði línu-og snelluútróður í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

í løtuni eru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Eitt fiskar í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.

 

- Skipini koma neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga.

 

Seks línuskip eru í føroyskum sjógvi, eitt fiskar í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Bæði streymur og veður fara at roynast í næstu viku, og vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri, bæði við línu og snellu, verður lagt aftrat.