Vænta ikki nógvan útróður í jólavikuni

- Vit koma við inn í jólavikuna, og tá streymurin harðnar í næstu viku, og veðurútlitini ikki eru nakað serlig, verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

Í løtuni eru tvey smærri ísfiskalínuskip til fiskiskap, og bæði skipini koma inn at landa mánadagim.

 

- Øll frystilínuskipini uttan tvey eru eisini til fiskiskap. Væntandi koma tey flestu inn at landa í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður heldur einki serligt til útróður.

 

- Haraftrat koma vit nú inn í jólavikuna, og tí verður ikki roknað nógvum útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.