Vænta tvey ísfiskalínuskip í vikuni

Frystilínuskipið, sum seinastu tíðina hevur verið á Flemish Kap, er nú á veg heim.

 

 

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip undir Føroyum. Tey fáa mest av longu, brosmu og toski. 

 

- Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur væntandi síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Fimm frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og eitt frystilínuskip er á veg heim av Flemish Kap.

 

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er so lítil í ár, at har er ikki kvota til meira enn tað eina skipið. Vónir eru tó um, at kvotan verður størri næsta ár.

 

- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðrið verður gott. So, helst verður nakað av útróðri í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.