Vallyfti frá Javnaðarflokkinum - manningar niður í løn og loft skal setast á avkastið í vinnuni

Vallyfti frá Javnaðarflokkinum – manningar niður í løn og loft skal setast á avkastið í vinnuni

 

Boðskapurin frá valevnum hjá Javnaðarflokkinum er ikki at taka feil av. Tað verður tikin 1 milliard ov lítið inn í tilfeingis- og tøkugjald frá fiski og alivinnuni. Grundgevingin er, at í dag verður áleið hálv milliard tikin inn við gjøldum, ímeðan Javnaðarflokkurin sigur, at rættað talið skuldi verið 1,5 milliard krónur.

 

Men hvussu verður funnið fram til hesa 1,5 milliard krónur??

 

Tað eru tvey høvuðspunkt, sum ger, at tað letur seg gera at koma til hesa meting: Manningar skulu niður í løn og loft skal setast á avkastið í vinnuni!

 

  • Manningar skulu niður í løn: Fyri at koma fram til hesa tilfeingisrentuna verður hædd ikki tikin fyri tí, sum manningar fáa í løn, men verður ístaðin ein løn sett í roknistykkið, sum mett vera rýmiligt, at ein sjómaður kann fáa. Hetta merkir ítøkiliga, at vallyftini hjá Javnaðarflokkinum ikki virða fría samráðingarrættin hjá manningunum og um vallyftið hjá Javnarðarflokkinum skal førast út í lívið, so skulu manningar niður í løn!

  • Loft skal setast á avkastið í vinnuni: Útrokningar, sum valevni hjá Javnarðarflokkinum byggja sínar metingar á siga, at feløg í fiski og alivinnuni ikki mugu hava eitt størri ognaravkast enn 6%, sum tey siga vera eitt miðal avkast. Hetta merkir ítøkiliga, at óansæð hvussu duganligar fyritøkurnar í fiski- og alivinnuni eru, so mugu tær ongantíð fáa meira enn 6% í ognaravkast. Hetta merkir ítøkiliga, at um onkur í vinnuni kemur við onkrum frambrotið, enntá patent frambrotið, sum ger at onkur fyritøka kann gagnýta tilfeingi nógv betri, so er boðskapurin frá Javnaðarflokkinum, at tað skal eisini takast inn í landskassan, tí ognaravkastið má ongantíð vera meira enn 6%.

    Eitt ognaravkast á 6% siga tey er eitt miðal avkast, tvs. ítøkiliga skal tað ikki ganga væl hjá nøkrum í hesum vinnum, bara miðal. Tað er ikki torført at finna fram til nógv feløg í øðrum vinnunum, sum hava eitt ognaravkast, sum er væl omanfyri 6%.

    Tað skal eingin ivi verða um, at vit í Fólkaflokkinum virða tann fríða samráðingarrættin hjá manningunum. Manningarnar hava samrátt seg til sína løn og tað skulu vit ikki blanda okkum uppí politiskt.

    Vit eru eisini sterkt í móti at frátaka møguleikan hjá vinnuni at skapa frambrot og menning. Vinnan skal sleppa at menna seg, skapa vøkstur, sum sanniliga kemur øllum samfelagnum til góðar!

    Far tí á val og set X við Una Rasmussen. Gott val!

    Uni Rasmussen
    valevni hjá Fólkaflokkinum