Hetta skrivaði hann í gjárkvøldið í einum uppslagi á X.
- Italia skal ikki longur hava við ein yvirtjóðarligan valdsmiðdepil at gera - so flott fíggjaður av italskum skattgjaldarum, skrivar Salvini.
Her mælti hann til, at pengarnir, sum Italia gevur WHO, skuldu í staðin fara til "at stuðla teimum sjúku í Italia og fíggja okkara sjúkrahús og læknar".
Fráboðanin hjá varaforsætisráðharranum kom í kjalarvørrinum av líknandi boðum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum fer at taka USA úr WHO.
Trump-stjórnin skal eisini skrivliga boða ST-aðalskrivaranum frá afturtøkuni.
Boðini hjá Trump fingu ES-nevndina at "stúra".
/Ritzau/