Varð drigin fyri borð tá teir settu krabbarúsur

Sambært løgregluni í Troms, sum hevur gjørt avhoyringar í málinum, bendir mangt á, at maðurin varð drigin fyri borð, tá teir settu krabbarúsurnar.

Tað var norski krabbabátinum, Hunter, sum Havøy Kystfiske eigur, ið misti mannin í Barentshavinum.

Tað var norski krabbabáturin, Hunter, sum Havøy Kystfiske eigur, ið misti fiskimannin í Barentshavinum fyrr í vikuni.

 

Nú er greitt, at maðurin, sum var í 30-árunum, fór fyri borð, meðan teir settu rúsurnar. 

 

Hann var út Lettlandi, og sambært løgregluni hevur familja hansara fingið boðini um vanlukkuna.

 

Reiðaríið sigur í tíðindaskrivi, at umstøðurnar, tá vanlukkan hendi, ikki eru greinaðar, og nú eru tað skaðanevnd og løgregla, sum kanna málið.

 

Sambært løgregluni í Troms, sum hevur gjørt avhoyringar í málinum, bendir mangt á, at maðurin varð drigin fyri borð, tá teir settu rúsurnar. 

 

Fleiri norskir miðlar hava skrivað um syrgiligu hendingina í Barentshavinum, og hesin greinastubbi er úr www.kystmagasinet.fo

 



 

 

Tað var norski krabbabátinum, Hunter, sum Havøy Kystfiske eigur, ið misti mannin í Barentshavinum.