Her fara kriminalteknikarar hjá donsku løgregluni umborð at kanna útróðrarbátin, Inger Katrine, sum liggur í havnini í Thyborøn. Mynd: Morten Stricker/Ritzau Scanpix.

Illgruni um dráp umborð í donskum útróðrarbáti

Sambært donskum miðlum vísir líkskurðurin, at tekin eru um ógvusligan harðskap og kvalaratak.

 

Her fara kriminalteknikarar hjá donsku løgregluni umborð at kanna útróðrarbátin, Inger Katrine, sum liggur í havnini í Thyborøn. Mynd: Morten Stricker/Ritzau Scanpix.

Midt- og Vestjyllands Politi hevur í vikuni kannað eina hending umborð í einum donskum útróðrarbáti, har ein maður læt lív mánadagin. Útróðrarbáturin liggur í havnini í Thyborøn.

 

Danska løgreglan skrivaði á Tvitter í gjár, at fimm mans eru grundlógaravhoyrdir í rættinum í Holstebro. Teir eru allir skuldsettir fyri dráp og varðhaldsfongslaðir í fyribils fýra vikur.

 

Tað var mánamorgunin klokkan 05.12, at løgreglan fekk boðini um, at ein av manningini á útróðrarbátinum, Inger Katrine, sum var staddur í Norðsjónum, var lívleysur.

 

Tyrla var eftir manninum mánamorgunin, men hann varð staðfestur deyður, tá hann kom á sjúkrahúsið.

 

Umstøðurnar kring deyðsfallið gjørdu, at løgreglan vildi kanna málið. Orsakað av veðri, var ikki møguligt at fáa skip og manning í havn fyrr enn mikukvøldið í hesi vikuni.

Tað var heldur ikki møguligt at seta løgreglu umborð á bátin.

 

Eftir at útróðrarbáturin kom í havn, er manningin avhoyrd og teir fimm, sum manningin taldi, umframt hin deyða, vórðu í gjár til grundlógaravhoyr, skuldsettir fyri manndráp.

 

Ákæruvaldið vildi hava málið viðgjørt fyri afturlatnum hurðum. 

 

Kriminalteknikarar hjá løgregluni hava gjørt kanningar umborð í útróðrarbátinum, og Midt- og Vestjyllands Politi sigur seg í tíðindaskrivi ikki hava fleiri viðmerkingar til málið í løtuni. 

 

Danskir miðlar vita tó at siga, at teir fimm menninir, sum eru millum 25 og 41 ár, eru skuldsettir fyri í felag at hava bukað og kvalt mannin, sum læt lív. Maðurin, sum búði í Ringkøbing-Skjern kommunu, var sambært donskum miðlum nýggjur umborð á bátinum. 

 

Teir fimm, sum rætturin í Holstebro gjørdi av at varðhaldsfongsla í fyribils fýra vikur, hava allir kært rættarúrskurðin.

 

Útróðrarbáturin, sum talan er um, er Inger Katrine. 

 

Sambært donskum miðlum vísir líkskurðurin, at tekin eru um harðskap og kvalaratak. Tungubeinið á manninum var brotið, og hann hevði brotnan ryggjargeisla umframt nógvar løstir ymsastaðni um kropp og andlit.

 

Tí heldur danska løgreglan, at deyðsorsøkin er harðskapur og kvaling.

 

 

 

Her fara kriminalteknikarar hjá donsku løgregluni umborð at kanna útróðrarbátin, Inger Katrine, sum liggur í havnini í Thyborøn. Mynd: Morten Stricker/Ritzau Scanpix.