Veddingarfyritøkurnar hava Elias og liðfelagarnar sum stórar favorittar

16 altjóða veddingarfyritøkur vænta, at Sävehof vinnur triðju meistaraskapsfinaluna í annaðkvøld

Hondbólts-Føroyar eru spentar til í annaðkvøld klokkan 19.10.

 

Tá spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Idrottsklubben Sävehof triðju meistaraskapsfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini á heimavølli móti Idrottsforeningen Kamraterna Skövde Handbollsklubb í Partille uttanfyri Geytaborg í Vestur-Svøríki.

 

Sävehof er á odda 2-0 móti Skövde í meistaraskapsfinalu-uppgerðunum aftaná 38-37 og 32-22 sigrar, og vinna Elias og liðfelagarnir triðju meistaraskapsfinaluna í annaðkvøld er Sävehof svenskur meistari 2021.

 

16 altjóða veddingarfyritøkur hava sett odds á dystin í Partille í annaðkvøld, og tær eru samdar um, at heimaliðið er greiður favorittur til at vinna dystin aftaná vanliga leiktíð.

 

Hægstu oddsini uppá sigur til Sävehof eru 1,43. Lægstu oddsini uppá sigur til Skövde eru 3,90. 

 

Tó argaði Skövde heimaliðið leingi seinast liðini møttust í Partille. Tá fór dysturin til tvær ferðir longda leiktíð áðrenn Sävehof knógvaði ein sigur heim.

 

Oddsini hjá teimum 16 veddingarfyritøkunum eru hesi:

 

16 veddingarfyritøkur: Sävehof-Skövde:  1X2
10Bet   1.27 9.00 4.65
1xBet   1.43 9.90 3.90
888Sport   1.339.50 4.70
bet-at-home   1.29 9.00 4.60
bet365   1.30 8.00 4.75
BetClic  1.30 11.504.80
Betfair  1.259.005.00
Betsafe   1.29 9.75 4.85
Betsson   1.29 9.75 4.85
BetVictor   1.299.004.60
Betway  1.298.504.50
bwin   1.33 9.00 4.60
ComeOn   1.27 8.75 4.60
Interwetten   1.30 9.50 4.80
William Hill   1.30 9.00 4.50
youwin   1.33 7.75 4.30
Gjøgnumsnitsodds:1.309.184.63