Veddingarfyritøkurnar hava Reilly á einum 29. plássi til Eurovision

11. mai skal Reilly kappast í hálvfinaluni í Eurovision sangkappingini í Liverpool í Onglandi. Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á unga havnarmannin

Saman við Rana Petersen - Reilly - síggjast mamman Joan Petersen, tviburasystrarnar Lindis og Jeanni Petersen saman við unnustum teirra, og pápin, Wilhelm Petersen aftaná donsku Eurovision kappingina

11. mai verður eitt søguligt kvøld í føroyskari tónleikasøgu.

 

Tað kvøldið skal Rani Petersen undir listanavninum, Reilly royna at vinna Danmark eitt pláss í finaluni í Eurovision sangkappingini. Hann verður fyrsti føroyingurin nakrantíð sum kappast í Eurovision sangkappingini. 

 

Reilly má enda millum 10 tey ovastu av teimum 16 luttakarunum í hálvfinaluni í Liverpool Arena, hóskvøldið 11. mai fyri at kunna luttaka í finaluni á sama staði tveir dagar seinni, leygarkvøldið 13. mai.

 

Fyribils hava veddingarfyritøkurnar ikki stóra tiltrúgv til Reilly. Veddingarfyritøkurnar hava Reilly at enda á einum 29. plássi av teimum 37 luttakarunum.

 

Sambært veddingarfyritøkunum eru møguleikarnir hjá Reilly at vinna Eurovision sangkappingina minni enn eitt prosent. 

 

Til hálvfinaluna 11. mai hava veddingarfyritøkurnar Reilly til at enda á einum 13. plássi, ið hevði merkt, at hann ikki slapp at kappast í finaluni 13. mai.

 

Tað er tó langt frá altíð, at tað gongur sum veddingarfyritøkurnar spáa, og Reilly kann røkka at venda nógvum upp á ein mánað.

 

Fyri stuttum var Reilly í Tel Aviv og framførdi, og har fekk hann framúr góð skoðsmál. Tað kann eisini vera ein fyrimunur at vera ein "underdog" hjá veddingarfyritøkunum, tí tá er tað mesta trýstið á favorittunum. 

 

Greiði favoritturin hjá veddingarfyritøkunum higartil er svenska Loreen við lagnum: "Tattoo". Käärija hjá Finnlandi er við lagnum: "Cha Cha Cha" næststørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum, og norska Allesandra við lagnum: "Queen of Kings" er fjórðstørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum. Ísland er nummar 25 og Danmark/Føroyar nummar 29:

 

##med2##

 

Saman við Rana Petersen - Reilly - síggjast mamman Joan Petersen, tviburasystrarnar Lindis og Jeanni Petersen saman við unnustum teirra, og pápin, Wilhelm Petersen aftaná donsku Eurovision kappingina