Veddingarfyritøkurnar hella meir til sigur til Buducnost

17 altjóða veddingarfyritøkur hella allar meir móti sigri til Budocnost undan Europa Challenge League dystinum í Gundadali í annaðkvøld

Allar Fótbólts-Føroyar heppa á HB í annaðkvøld klokkan 19, ið skal takast við Budocnost Pogorica úr Montenegro í fyrru uppgerðini í øðrum umfari í Europa Challenge League undankappingini. Vónin er, at Føroyar kunnu vinna nøkur stig aftrat til felags roknskapin, so vit framyvir fáa fýra lið út í Evropa at kappast. 

 

Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.

 

Hóast HB hevur heimavøll, og hóast Budocnost tapti samlað 1-7 fyri HJK Helsinki, ið HB tapti samlað 2-5 fyri í Champions League undankappingini í 2019, so hella altjóða veddingarfyritøkur meir til ein sigur til Budocnost enn ein sigur til HB.

 

Ein javnur dystur liggur í kortinum, men tað hellir rættiliga greitt móti einum sigri til Budocnost. 

 

Oddsini uppá heimasigur til HB liggja millum 2,74 og 3,12.

 

Oddsini uppá útisigur til Budocnost liggja millum 2,10 og 2,25.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,0 og 3,35.

 

Veddingarfyritøkur:   HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   3.103.30 2.15
1xBet   3.12 3.26 2.23
888sport   3.00 3.35 2.10
bet-at-home   2.85 3.15 2.21
Betfair   3.00 3.20 2.15
Betsafe   3.103.30 2.20
Betsson   3.103.30 2.20
BetVictor  3.103.102.15
BetWay   3.103.30 2.20
bwin  2.853.202.25
ComeOn   3.10 3.30 2.15
InterWetten   2.90 3.20 2.25
SBOBET  2.743.112.17
Unibet   3.00 3.35 2.10
William Hill  3.103.002.15
Youwin  2.803.102.20
Betfair Exchange   2.77 3.14 2.18
Gjøgnumsnitsodds3.003.222.18