Veddingarfyritøkurnar: Reilly endar á einum 12. plássi í hálvfinaluni

Sambært veddingarfyritøkunum hevur Reilly nú ein 46 prosents møguleika at vinna seg í finaluna í Eurovision

Í kvøld má tað røkka ella støkka hjá Reilly, ið tá skal kappast við tónleikarar frá 15 øðrum londum um 10 pláss í finaluni í Eurovision sangkappingini, ið verður í Liverpool komandi leygarkvøld.

 

Reilly umboðar Danmark og fer at framføra lagið: "Breaking my Heart". 

 

Farna sunnudag vístu miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum, at Reilly fór at enda á einum 10. plássi í hálvfinaluni, ið er akkurát nóg mikið til at røkka finaluni komandi leygarkvøld. Tá mettu veddingarfyritøkurnar, at Reilly hevði ein 59 prosents møguleika at røkka finaluni.

 

Nú sær tað torførari út hjá Reilly sambært 13 altjóða veddingarfyritøkum. Nú vísa miðaloddsini, at Reilly fer at enda á einum 12. plássi, ið hevði merkt, at hann ikki slapp at taka lut í finaluni. 

 

Nú meta veddingarfyritøkurnar, at Reilly hevur ein 46 prosents møguleika at vinna seg í finaluna.