Verða ikki mett av føgrum orðum um eldraøkið

Sum lærari á Heilsuskúla Føroya seinastu 16 árini,  hava eg verið við til útbúgva hópin av dugnaligum starvsfólkum til eldraøkið.

 

Nú er tíðin komin, at eldraøkið, og vælferðarøkið sum heild, skulu raðfestast við øðrum enn føgrum orðum. Heilsustarvsfólk á eldraøkinum eru so nógv meira enn heitar hendur; tey hava ein holla útbúgving, so tey eru før fyri at veita røttu røktina og umsorganina til tey, sum treingja.

 

Nú er upp á tíðina, at hesin týdningarmikli starvsbólkur, sum er grundarsteinurin undir okkara vælferðarsamfelag, fær ta tign og viðurkenning, sum tey hava uppiborðið í pengum; ikki í rósandi orðum, tí føgur orð kunnu ikki brúkast at gjalda við; hvørki mat ella olju.

 

Ein lønarlyft skal til, umframt, at arbeiðsvikan skal styttast, so fleiri hava møguleika at arbeiða fulla tíð og fáa ein virðiliga løn fyri arbeiðið.

 

Súsanna Bertholdsen, valevni fyri Javnaðarflokkin