Verður helst myrkt eina tíma afturat

Tað gongur illa hjá SEV at fáa gongd á aftur streymveitingina

 

Fyri hálvumøðrum tíma síðani fór streymurin í meginøkinum, sum er alt landið uttan Suðuroy og nakrar útoyggjar. Tá varð sagt hjá SEV, at tað helst fór at gonga ein tími, til øll høvdu fingið streymin aftur.

Men tað gongur ikki so væl hjá SEV at fáa gongd á aftur streymveitingina.

– Tað gongur illa, tí tað eru trupulleikar inni á verkunum, sigur vakthavandi hjá SEV.

Hann sigur, at viðhvørt gongur meira striltið at fáa alt í gongd aftur, meðan tað aðrar tíðir er lættari. Men í kvøld gongst ikki so væl í hond.

– Men vit vænta, at alt koyrir aftur um ein tíma ella so, sigur hann.