Vestmenningar fegnast

Vestmenningar fegnast, nú borivognurin ið skal gerða síðstu jarðfrøðisligu kanningarnar í samband við tunnilin úr bygdini til Leynar, er komin uppá pláss í Líðini inni á fjørð í Vestmanna/Válinum.

 

Nú kann ikki verða nógv eftir at kanna, og vónandi er komið væl áleiðis við Vestmannatunnlinum, tá pumpuskipanin hjá SEV í Vestmanna eftir ætlan verður tikin í nýtslu í 2027/28. 

Tað er jú upplagt, at kaðalføringar frá "orkudeplinum", sum Vestmanna jú er, verða lagdar í henda tunnil, í staðin fyri at leggja káplar/linjur upp um fjøll.

Pumpuskipanin skal gerast, og tunnilin til Vestmanna skal gerast.

Tvinnið nú tunnilin til bygdina og risastóru útbyggina meir ella minni saman til eina verkætlan, har má verða hópin av peningi at spara!

Sitandi Løgting hevur nú boðað frá, at ætlanin er at leggja størri verkætlanir, har í millum tunnlar, í eina nýggja langtíðarløguætlan. 

Tvs. at man ikki ætlar at halda langtíðarløguætlanini 2021 - 2030, har m. a. verður sagt, at so skjótt liðugt er at bora Norður um fjall, so skal borast til Vestmanna.

Eg vil her minna tykkum fólkavaldu á, at Vestmannatunnilin hevur staðið í samgonguskjalinum hjá fleiri samgongum, eisini tí seinastu, og vænta vestmenningar flestir, at núsitandi samgonga førir hesa ætlan út í lívið.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt, at miðað verður eftir at fáa eina breiða semju um hetta, tvs. semju millum samgongu og andstøðu.

Vestmenningar hava mist tolið, og skal ráð mítt verða til tingfólk í vilja bygdini væl, um ikki at gera nakra semju, um Vestmannatunnilin enn einaferð verður settur aftur í riðilin (køina)!

 

Marner Joensen

Vestmanna