Við fullari ferð, men hvønn veg?

Seinastu árini eru vit farin at ferðast skjótt eins og á motorvegi longur inn í donsk ríkisviðurskifti: tvinnað longur inn í innanhýsis danskar talgildar skráir, longur inn í donsku fíggjarlógina, longur inn í danskar heilsuskipanir, longur inn í danskar útbúgvingar- og mentanarskipanir, og eg kundi hildið fram.

 

Orkukeldan til hetta skjóttkoyrandi akfar okkara er peningur frá donskum løðistøðum, sum møta okkum á leiðini suðureftir, tá mentanartangin, talgildistangin, ítróttartangin, heilsutangin eins og aðrir tangar eru - ella tykjast - tómir. Fylt verður í, uttan at gáa um aðrar loysnir, um avleiðingarnar og kósina, og so víðari við somu ferð, ofta undir umberingini markaforðingar. (Har, sum ein verulig markaforðing er, skal hon viðgerast við fokusi á føroyska samfelagið).

 

Men ein avkoyring er beint har frammi aftaná næsta skeltið, sum liggur onkustaðni ímillum nú og 30. august næsta ár. Tann avkoyringin gevur møguleika fyri at venda akfarinum, at skifta kós og byrja at koyra við somu ferð rættan veg: norðureftir.

 

Tað er ikki líkamikið, hvønn veg vit koyra. Endamálið, sum kósin er sett fram ímóti, er avgerandi fyri, hvar vit enda, tá vit koma fram. Og jú longri tú koyrir móti skeiva ferðamálinum, longri og strævnari verður at koyra heim. Og nú mugu vit, sum búgva í Føroyum, taka okkum um reiggj og seta Føroyar á GPS’aran – til løgtingsval, men sanniliga eisini til fólkatingsval, sum er partur av arbeiðinum við føroyskum politikki, sum støðan er.

 

Verði eg vald, vil eg saman við góðum fólki taka næstu avkoyring, skifta kós og seta Føroyar sum mál og nýta allar tær myndaligu løðistøðirnar, sum eru á hesi síðuni: sjálvbjargnishugin, ábyrgdarkensluna, væl lærda og útbúna fólkið, ymsa tilfeingi okkara, góðu møguleikarnar fyri samstørvum um allan heim, og aftur kundi eg hildið fram.

 

Okkum nýtist ikki at menna okkara útbúgvingarmøguleikar í Danmark, teir hava vit. Nei, vit skulu menna okkara útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og ymsastaðni uttanlands. Okkum nýtist til dømis ikki at menna okkara havgransking ígjøgnum Danmark, nei hana megna vit fult so væl sjálvi, um vit bert halda fokus á Føroyar og allar okkara møguleikar.

 

Fólkatingssessurin skal vera partur av hesum arbeiði at menna Føroyar, at netverka til gagns fyri menningina her heima, at kanna, fyrireika og varskógva í øllum lutum, sum ávirka Føroyar, soleiðis sum støða okkara sum land er í løtuni.

 

Vilt tú síggja meg til arbeiðis har, so set tín kross við Honnu Jensen á lista F í dag,ð 31.oktober!