Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad tók í dag ímóti gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam á heimavølli.
Fredrikstad vann dystin 1-0. Jóannes Bjartalíð legði hegnisliga upp til sigursmálið. Jóannes legði ein góðan bólt inn í brotsteigin hjá Ham-Kam, ið Henrik Johansen stútaði væl í netið.
Jóannes sum vegna skaða bert hevur spælt 10 dystir fyri Fredrikstad hetta kappingarárið hevur higartil lagt upp til trý mál (assist).
Jóannes var skiftur út í 83. minutti. Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad seinasta stóra hálva tíman.
Fredrikstad er nummar seks í deildini við 48 stigum undan seinasta leikumfarinum. Fredrikstad er tvey stig aftanfyri Rosenborg, og teir eru fýra stig aftanfyri Molde á fjórða plássinum.
Júst Fredrikstad og Molde møtast í steypafinaluni á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, leygardagin 7. desember.
Í oddinum er Bodø/Glimt fremst við 59 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Brann Bergen, og liggja tí best fyri at vinna meistaraheitið.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Fredrikstad-HamKam 1-0 (0-0):
##med2##