VIDEO: Brandur legði upp til mál í stórsigri hjá Helsingborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Västerås-Helsingborg 0-4 (0-3)

Brandur Hendriksson var við frá dystarbyrjan tá lið hansara, Helsingborg vann stórsigur 4-0 á Västerås í dysti í næstbestu svensku deildini á útivølli ígjár.

 

Brandur átti næstseinasta fótin tá Helsingborg økti til 2-0 og 3-0. Serliga hornasparkið hann sendi í pannuna hjá Anthony van den Hurk við 2-0 málið var framúr gott. Antony van den Hurk skoraði tvey tey fyrstu málini áðrenn Rasmus Jønsson økti til 3-0, ið gjørdist hálvleiksstøðan. Seint í seinna hálvleiki økti Anthony van den Hurk til 4-0 við einum brotssparki.

 

Helsingborg hevur 18 stig aftaná 10 dystir. Fimm stig eru upp til Norrby, ið er á øðrum plássi við 23 stigum. Norrby hevur tó leikt tveir dystir fleiri enn Helsingborg. Tvey tey ovastu liðini við kappingarenda flyta upp í bestu fótbóltsdeildina.

 

Hóskvøldið tekur Helsingborg móti Värnamo á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Västerås og Helsingborg: 

 

##med2##