VIDEO: Elias skoraði tvey dreymamál í Berlin

(Video) Síggj samandráttin av dystinum Füchse Berlin-THW Kiel 32-32 (18-18)

Dysturin í týsku bundesliguni í Max Schmelling høllini í Berlin millum Füchse Berlin og THW Kiel endaði við javnleiki 32-32. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan javnleikur 18-18.

 

Elias slapp upp í part, og hann skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. Hákun slapp ikki at spæla nakran serligan leiklut í dag. Elias mátti tíverri út við skaða, og nú verður bíðað eftir um hann verður klárur til komandi stóru uppgávurnar í bundesliguni og í Champions League. 

 

Füchse Berlin er næstfremst við 50 stigum, sama stigatalið sum Magdeburg, men Magdeburg hevur spælt ein dyst færri, so Magdeburg vann eitt stig í meistarastríðnum. Kiel er nummar fýra við 40 stigum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Í samandráttinum síggjast tvey dreymamál hjá Eliasi:

 

##med2##

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European League á heimavølli móti Nantes. Sama dag taka Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof móti Jóhan og liðfeløgunum í Flensburg í fyrru fjórðingsfinaluni í somu kapping. 

 

Mikukvøldið klokkan 19.45 spælir Kiel á útivølli fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League móti franska liðnum, Montpellier.