VIDEO: Enn ein heimasigur til Gilla og Odd

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Odd-Viking Stavanger 3-2

GIlli R. Sørensen fekk ein tíma á vøllinum tá lið hansara á heimavølli í dysti í besti norsku fótbóltsdeildini vann 3-2 á Viking Stavanger.

 

Markus André Kaasa legði Odd á odda beint undan steðginum, og beint eftir steðgin økti Mushaga Bakenga til 2-0 áðrenn Viking svaraði aftur. Mushaga Bakenga økti til 3-1 tá 68 minuttir vóru farnir av dystinum. Lítla løtu seinni minkaði Viking um munin til 3-2, men liðfelagarnir hjá Gilla megnaðu at halda sigurin heim.

 

Gilli fekk eitt gult kort tíðliga í fyrra hálvleiki. Fyri Gilla og liðfelagarnar var talan um eina góða endurreisn aftaná 0-5 tapið fyri Molde í undanfarna umfari. 

 

Odd er nú á sætta plássi við 19 stigum. Bert tvey stig eru upp til triðja plássið, ið gevur rætt at spæla evropeiskan fótbólt. Har hevur Vålerenga 21 stig, men teir hava spælt ein dyst meira enn Odd.

 

Komandi mikukvøld spælir Odd á útivølli móti Strømgodset.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Viking: https://www.odd.no/video