Føroyska U19-kvinnulandsliðið megnaði ikki í dag at fylgja upp á góða 1-0 sigurin á Litava í Baltic Cup fyri tveimum døgum síðani.
Føroyar taptu heili 0-5 fyri Estlandi. Estland skoraði fýra mál upp á 35 minuttir í fyrra hálvleiki.
Mánamorgunin klokkan 11 fær føroyska liðið møguleikan at reisa seg aftur. Tá er Lettland mótstøðuliðið í tí triðja og seinasta dystinum.
Lettland vann í dag 3-0 (1-0) á Litava. Fyrr í vikuni tapti Lettland 0-1 (0-1) fyri Estlandi.
Estland hevur seks stig, Lettland og Føroyar hava trý stig hvør, og Litava hevur einki stig aftaná tvey tey fyrstu umførini í Baltic Cup.
HER ber til frá YouTube rásini hjá estiska fótbóltssambandinum at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Estland og Føroyar:
##med2##