VIDEO: Føroyingaliðini í næstbestu norsku deildini taptu

(Video) Meinhard E. Olsen og Rógvi Baldvinsson og hinir í Bryne taptu tepurt. Ári Mohr Jónsson og hinir í Sandnes taptu stórt

Tað var eitt vánaligt føroyingakvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Ári Mohr Jónsson var við frá byrjan tá lið hansara, Sandnes á útivølli tapti 0-4 fyri Ranheim. Í steðginum var Ranheim á odda 1-0.

 

Komandi leygardag tekur Sandnes móti Ham-Kam. 

 

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin og Meinhard E. Olsen fekk 76 minuttir á vøllinum tá lið teirra, Bryne tapti 0-1 fyri Sogndal á heimavølli. Meinhard hevði onkra góða roynd á málið hjá Sogndal. 

 

Sogndal skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Komandi sunnudag spælir Bryne á útivølli móti Frederikstad. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Bryne og Sogndal: https://www.brynefk.no/bryne-tv

 

 

 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126114&amp;mediaId=05fc2596744247ea964db603f9fad760&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>