VIDEO: Frakland vann EM-millumbólk 1 við fullum stigatali

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Ungarn-Frakland 27-30 (13-13)

Frakland hevur vunnið EM-millumbólk 1 við fullum stigatali, 10 stigum, og tær fronsku møta antin Danmark ella Niðurlondum í EM-hálvfinaluni, ið verður leikt fríggjadagin.

 

Í dag vann Frakland bólkafinaluna á Ungarn, ið fer at spæla hálvfinalu móti Noregi fríggjadagin.

 

Frakland vann 30-27 á Ungarn í Debrechen í Ungarn. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Katrin Klujber var toppskjútti hjá Ungarn við níggju málum. Chloe Valentini og Pauletta Foppa vóru toppskjúttir hjá Fraklandi við fimm málum hvør.

 

Frakland vinnur millumbólkin við 10 stigum. Ungarn er nummar tvey við átta stigum. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum millum Ungarn og Frakland:

 

##med2##