Ongland vann innleiðandi EM-bólk C, men tað er ikki nóg mikið til at gleða krevjandi ensku áskoðararnar, og ikki minst atfinningarsomu pressuna í Bretlandi.
Ongland vann tepran sigur á Serbia í fyrsta dystinum, var í trupuleikum í øðrum dystinum móti Danmark, ið endaði 1-1, og teir spældu ígjár javnleik 0-0 móti Slovenia.
Í stuttari samrøðu, ið rásin Optus Sport hevur lagt út á Youtube fegnast enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate um góða verjuspælið hjá Onglandi, men viðgongur lutvíst, at liðið átti at skapt fleiri málmøguleikar: - Hetta hevur verið ein torførur bólkur at koma ígjøgnum. Staðfestir Gareth Southgate.
Ongland spælir áttandapartsfinalu móti einum tríara í bólki D ella E komandi sunnudag.
HER ber til at síggja og hoyra stuttu samrøðuna við Gareth Southgate, ið Optus Sport hevur lagt út:
##med2##