VIDEO: Gott mál og vakurt langskot hjá John Frederiksen

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Queen´s Park-Raith Rovers 0-1 (0-0)

John Frederiksen og liðfelagarnir í Raith Rovers hava vunnið seg í hálvfinaluna í Challenge Cup kappingini í Skotlandi.

 

Raith Rovers vann fjórðingsfinaluna á útivølli 1-0 við einum sigursmáli John Frederiksen skoraði í 80. minutti.

 

Heilt móti dystarenda hevði John Frederiksen eitt rimmar langskot, ið málverjin hjá Queen´s Park bjargaði meistarliga.

 

HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum:

##med2##

 

John Frederiksen var sera fegin um at hava skotið sítt fyrsta mál fyri Raith Rovers. Hann hevur arbeitt hart til venjingarnar, og tað er ein stórur lætti fyri hann at kunna løna trúføstu fjeppararunum hjá Raith Rovers aftur fyri góða stuðulin teir hava veitt honum.

 

HER sæst og hoyrist ein samrøða YouTube-rásin hjá Raith Rovers hevði við ein fegnan John Frederiksen aftaná dystin:

##med3##