VIDEO: Gunnar og FH vunnu sera týdningarmiklan sigur

(Video) FH er røttu megin niðurflytingarstrikuna aftaná sigurin á Fylki ígjár

Sunnukvøldið tók FH móti Fylkir á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.

 

Gunnar Nielsen stóð sambært Morgunblaðnum væl í málinum hjá FH, og átti sín góða lut í, at hafnfirðingar vunnu dystin 1-0.

 

Málskjútti var sum ikki einaferð skotski Steven Lennon, ið hevur verið FH góður í mong kappingarár nú.

 

Komandi hóskvøld tekur FH móti Rosenborg í øðrum umfari í Europa Challenge League undankappingini.

 

HER ber til at síggja sigursmálið hjá FH: https://www.visir.is/k/beeec815-8c27-4166-971c-4582b84302c4-1626682092513

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/beeec815-8c27-4166-971c-4582b84302c4-1626682092513" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>

 

 

 

 

 

 

 

Sum stigatalvan vísir var talan um ein sera týdningarmiklan sigur hjá FH sum merkir, at teir eru røttu megin niðurflytingarstrikuna:

 

LiðDystirMálmunur
Valur1322:1327 stig
Breiðablik1229:1623
Víkingur R.1217:923
KR1320:1422
KA1218:920
FH1215:1715
Fylkir1317:2114
Leiknir R.1213:1814
Keflavík1114:2013
Stjarnan1212:1813
HK1314:2310
ÍA1313:269