VIDEO: Häcken-Fredrikstad 2-1 (hæddarpunkt)

(Video) Liðið hjá Mikkjali Thomassen royndi seg móti svensku meistarunum ígjár

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad sum spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini spældi ígjár venjingardyst móti svensku meistarunum, Häcken í Göteborg.

 

Häcken vann dystin 2-1. Jóannes Bjartalíð hevur ein skaða at dragast við, og tí var eingin føroyingur á vøllinum fyri Fredrikstad.

 

Sambært Göteborgsposten legði Häcken hart út og hevði fitt av málmøguleikum fyrstu løtuna, og í 17. minutti legði Semir Bosnic Häcken á odda 1-0. 

 

Í fyrra hálvleiki fekk Häcken eitt brotsspark, ið lukkutíð fyri Frederikstad var sent á tvørstongina. 

 

Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Lucas Lima fyri Fredrikstad. 

 

Lars Olden Larsen skoraði sigursmálið fyri Häcken tá 63 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##

 

4. februar spælir Fredrikstad venjingardyst móti Kongsvinger.