VIDEO: Hæddarpunktini frá Dundalk-Levadia 2-2 (2-2)

(Video) Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir í Dundalk standa enn við góðum møguleika at vinna seg víðari í Europa Conference League undankappingini

Sonni Ragnar Nattestad var við frá byrjan tá lið hansara, Dundalk á heimavølli í Europa Conference League undankappingini spældi javnleik 2-2 móti Levadia Tallinn.

 

Øll málini vóru skotin áðrenn 28 minuttir vóru farnir av dystinum. Levadia legði seg á odda tvær ferðir, men báðu ferðirnar megnaði Dundalk at svara aftur. Dundalk var annars favorittur til at vinna á Levadia í kvøld, og tí er úrslitið eitt vónbrot fyri heimaliðið sum skal ferðast til Estlands í komandi viku. Men Dundalk stendur framvegis við einum góðum møguleika til at vinna seg víðari til triðja undanumfar.

 

Sonni Ragnar fekk eitt gult kort beint undan leikloki. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

 

##med2##