VIDEO: Hepni danski 1-0 sigurin á Tórsvølli í 2021

(Video) Síggj hvussu Danmark vann ein hepnan 1-0 sigur á Føroyum 4. september í 2021

Í kvøld klokkan 19.15 møtast Danmark og Føroyar á sjeynda sinni í A-landsliðshøpi. Dysturin verður spældur á leikvøllinum í Brøndby. Danmark hevur higartil vunnið seks av seks møguligum dystum, men í tveimum teimum seinastu dystunum í HM-undankappingini í 2021 góvu okkara menn dønum skarpan gang í teprum 0-1 tapi á Tórsvølli og 1-3 tapi í Parkini.

 

Í dystinum á Tórsvølli 4. september í 2021 áttu Føroyar als ikki at tapt. Serliga er tað dupultmálmøguleikin í 58. minutti, har Jóan Símun Edmundsson stútar bóltin á yvirleggjaran, og Hallur Hansson eftirfylgjandi sendir returin uppum yvirleggjaran, ið kundi greitt vegin fyri einari risastórari sensasjón.

 

HER er ein samandráttur frá tí minniliga dystinum á Tórsvølli 4. september 2021:

 

##med2##