VIDEO: John sera nær við at skora fyri Amstetten

(Video) John Frederiksen hevur í kvøld skrivað søgu sum fyrsti føroyingurin í eysturríkskum fótbólti

Fyrrverandi 07 Vestur og HB-spælarin, John Frederiksen hevur í kvøld skrivað søgu.

 

John Frederiksen er fyrsti føroyingurin, ið spælir ein ligadyst í Eysturríki.

 

Stóri føroyski áleyparin fekk 86 minuttir á vøllinum tá lið hansara, SKU Amstetten á heimavølli leikti 1-1 móti Floridsdorfer AC í fyrsta umfarinum í Zweite Liga, ið er næstbesta fótbóltsdeildin í Eysturríki.

 

Í fyrra hálvleiki stútaði John Frederiksen ein bólt á tvørstongina hjá Floridsdorfer, og seinni hevði hann aftur eina góða roynd móti málinum hjá Floridsdorfer.

 

Rættiliga óuppiborið kom útiliðið á odda 1-0 beint undan steðginum, men tað eydnaðist nigerianska miðvallaranum, Wale Musa Alli at tryggja SKU Amstetten eitt stig tá hann javnaði aftaná eina hornasparksstøðu tá 72 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Komandi dystur hjá SKU Amstetten verður á útivølli móti Dornbirn, leygardagin 31. juli. 16 lið eru í Zweite Liga í Eysturríki. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá fyrsta ligadystinum í Eysturríki við einum føroyskum spælara á vøllinum.