Video: Nýggjur sangur um børn í Føroyum

Her kanst tú síggja nýtt videolag við bólkinum Smíl, ið syngur um børn í Føroyum

Hendan góða og sólríka fríggjadag – í øllum førum í pørtum av landinum – er nýggjur barnasangur komin út.

 

Bólkurin kallast Smíl, og sangurin hevur heitið "Børn í Føroyum". Hetta er fyrri av tveimum sangum, sum bólkurin gevur út. Seinni sangurin kemur um eina viku.

 

Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin við hjálp frá børnunum, sum syngja. Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir hava framleitt videolagið, sum kann síggjast niðanfyri.

 

 

 

##med2##

 

 

 

Smíl: Børn í Føroyum

 

Filmað, klipt og sett saman: Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir

 

Upptikið í Studio Mike

 

Guitarar, forritan og ljóðbland: Mikkjal Hvannastein

 

Sang: Paula Jákupsdóttir Høj, Uheynya Lukama og Helena Lamhauge.

 

Kór og røddir: Anna Lovisa Mýri, Paula á Lakjuni, Teresa Colite Dahl, Jóannes í Brekkuni, Karl Martin Samuelsen, Asta Højgaard, Páll Brim og Lilja Friang Astudóttir

 

Orð: Steintór Rasmussen

 

Lag: Steintór Rasmussen & SMÍL

 

Smílini eiga: Paula Jákupsdóttir Høj, Uheynya Lukama, Helena Sundsskarð, Maja Ólavsdóttir Lamhauge og Debora Hvannastein