VIDEO: Samrøður við Petur og Jens Martin um skiftið til Lyngby

(Video) Lyngby hevur almannakunngjørt eitt sera snøgt videoinnsløg, ið er filmað í Runavík

- Vit hava leita eftir einum málskjútta, ið kann skapa nakað meira av diversiteti í okkara álopi. Og hann hava vit funnið í Peturi, sum kann spæla á ymiskum plássum. Hann er enn eitt talent, men hann er búgvin og vit vænta, at hann tekur tað næsta fetið hjá okkum. Hann hevur longu prógvað hvørjar dygdir hann hevur, og vit gleða okkum til at fáa hesar dygdirnar at síggja á liðnum hjá okkum, segði Niclas Kjeldsen, talentstjóri hjá Lyngby við heimasíðu felagsins, tá skiftið hjá Peturi Knudsen úr NSÍ til Lyngby var veruleiki.

 

Niclas Kjeldsen væntar eisini, at Lyngby kann vera við til at fremja, at Petur Knudsen gerst ein fastur maður á A-landslliðnum hjá Føroyum. Niclas Kjeldsen avdúkar, at teir í Lyngby hava leingi hildið eygað við gongdini hjá Peturi Knudsen, og tí er tað ein serlig gleði at fáa hann til felagið. 

 

HER ber til at síggja eitt snøgt videoinnslag hjá Lyngby BK, har ein longri samrøða er við Petur Knudsen, og ein styttri samrøða við Jens Martin Knudsen um skiftið úr NSÍ til Lyngby. Báðir vænta Petur fær nógv burturúr skiftinum:

 

##med2##