VIDEO: Slovan Bratislava tapti ígjár - taka móti KÍ hóskvøldið

(Video) Slovan Bratislava fekk eina verri upptakt til Europa Conference League bólkaspælið enn KÍ

Slovan Bratislava tapti 1-3 (0-2) fyri DAC 1904 ígjár

Teir mongu KÍ-fjeppararnir eru uttan iva vónbrotnir aftaná 1-1 javnleikin móti B68 við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld.

 

Men norðoyingar kunnu tó ugga seg við, at komandi mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa Conference League, Slovan Bratislava hevði eina verri undanframførslu enn KÍ.

 

Slovan Bratislava tapti ígjár 1-3 fyri DAC 1904 Streda á útivølli. Heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum og økti til 3-0 áðrenn Slovan megnaði at svara aftur.

 

Slovan hevur fingið eina tunga byrjan í bestu deildini í Slovakia. Teir eru nummar seks í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Átta stig eru upp til oddaliðið, Trencin sum hevur 16 stig. Trencin hevur tó leikt tveir dystir fleiri enn Slovan, ið eins og Kí hevur havt eina pakkaða skrá. 

 

Slovan Bratislava og KÍ møtast í Bratislava hóskvøldið klokkan 20 í bólki A.

 

HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum DAC 1904 Streda-Slovan Bratislava 3-1 (2-0): 

 

##med2##

 

 

 

Slovan Bratislava tapti 1-3 (0-2) fyri DAC 1904 ígjár