VIDEO: THW Kiel-Bergischer 39-30 (Samandráttur)

(Video) Síggj hvussu liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vann fjórða dystin á rað í bundesliguni

Fjórða dystin á rað eydnaðist tað liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel at vinna ein dyst í bundesliguni, og hava teir fingið vent vánaligu gongdini.

 

Talan gjørdist um trivaligan 39-30 sigur til Kiel, ið var á odda 21-13 í steðginum.

 

Elias skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.

 

Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 20 stigum, fimm stig aftanfyri Magdeburg og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin sum eru fremst við 25 stigum hvør.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 2:31 minuttir sæst málið hjá Eliasi:

 

##med2##