Viðmerking til Dag og Viku fríggjadagin 2. juli 2021

- Eg bleiv ikki sørt argur at hoyra Jón Brian standa og lesa úr skrivi frá Sands kommunu.

 

 

 

Eg skal beinanvegin heilsa og siga, at Økistænastan í Sandoyar Sýslu hevur einki slíkt skriv sæð frá Sands kommunu, tíðans heldur havt skrivið til viðgerðar í nevndini, so hetta skriv kenni eg púrasta einki til!

 

Sandoyarøkið varð av landinum gjørt sum eitt royndarøkið fyri Føroyar, og hetta var ein succes.

 

Hetta var sjálvsagt áðrenn landið legði eldraøkið út á kommunurnar.

 

So virkaði tað soleiðis fyri mær, at sjónvarpsverturin royndi at fáa núverandi formann, Hera Sverrason, sum hevur sitið í fimm mánaðar og ongantið hevur sitið í stýrinum fyrr enn nú, at argumentera fyri fíggjarpartinum. Mær vitandi hevur fíggingin ikki verið ein trupulleiki.

 

Hvat við at spurt formannin, sum hevur sitið frá byrjan, burtursæð frá einum ári, tá Brandur Sandoy var formaður. Eingin talaði eitt orð til undirritaða, Gerhard.

 

Løgið!

 

Eg skal heilsa og siga, at tað er ómetaliga ringt at leggja fíggjarætlan, tí tað stingur seg so nógv ókent upp.

 

1. Sjúkrameldingar, fleiri 100 túsund krónur

2. Ein rokning frá landinum yvir tvey ár upp á umleið hálva mió. Og mangt annað.

 

Eg skal so siga, at sum formaður er tað mín ábyrgd, at eykajáttan verður gjørd.

 

Men einki av hesum hevur gjørt misskiljingar í stýrinum. Vit allir borgarstjórarnir í sýsluni hava arbeitt í sátt og semju. Hetta hevur verið fyrimyndarligt samstarv, har vit í sátt og semju hava viðgjørt øll evnir uttan trupulleikar.

 

Myndugleikarnir, sum vit hava fund við einaferð um árið, hava róst okkum fyri eitt av teimum best riknu økjunum. Um henda partin hevur eingin ósemja verið PUNKTUM!

 

Ja, vit hava fingið at vita, at Sandoyarøkið er ímillum tey fremstu, so har er einki at fara eftir.

 

Hvat normering og brunakrøv viðvíkur. 

 

Eg haldi tað var formaðurin í sjúkrarøktarfelagnum, kanska var tað onkur annar, tað kundi svinga nakað upp um normeringina. Áargarður er normeraður til 10 fólk. Í tíðarskeiðum hevur tað verið meira inni. 

 

Viðvíkjandi brunakrøvunum á Skerinum er tað borgarstjórin, Gerhard Lognberg við kommunustýrinum, sum vara av. So vítt eg veit, er alt í ordan her.

 

Á Áargarði hevur borgarstjórin, Heri Sverrason, ábyrgdina við kommunustýrið, so vítt eg veit er í lagi har.

 

Á Gerðisgarði er tað Linjohn Christiansen og kommunustýrið, sum hava ábyrgd, har er eisini í lagi.

 

So hetta hevur ikki verið ein trupulleiki fyri stýrið í Økistænastuni.

 

Síðan nevnir nú fráfarni leiðarin fyri Økistænastuna, at landið kundi lagt upp í, og kanska tað var ivasamt, um hetta skuldi verið fastur sessur hjá borgarstjórum.

 

Eg havi sitið sum formaður frá byrjan, burtursæð frá tí eina árinum, tá Brandur sat. Tá var eg næstformaður hjá honum.

 

Eg tori at leggja høvdið á blokkin fyri, at tað hevur ikki verið eitt øvugt orð ímillum okkum. Men samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við allar hesar damurnar.

 

Eftir síðsta val fór eg úr formansskapinum, men varð av nevndini biðin um at traðka til aftur sum næstformaður, og eg játtaði.

 

Eg harmist um, at leiðarin hevur sagt seg úr starvi, men vit eiga at taka hendur saman, leiðsla, stýrið og ikki minst starvsfólk.

 

Øll hesi árini havi eg ikki havt nevniverdar trupulleikar, hvørki við stýrið ella undarfarna leiðara, so eingin skal draga meg inn í hetta við at tosa um fíggjarliga partin.

 

Eg skal eisini takka landsmyndugleikunum fyri, at økið fekk eina góða skipan, har okkara økið varð lyft frá 1200 borgarum til 2000 borgarar. Tí hava vit megnað hesa uppgávuna.

 

Frá mínari síðu og stýrinum øll hesi árini hevur eingin ósemja verið.  Tað, sum er hent hesar mánaðarnar, havi eg einki við at gera og eigi ongan lut í.

 

Við heilsan

 

Gerhard Lognberg,

fyrrverandi formaður fyri Økistænastuna í Sandoynni.