Víkingur Reykjavík mátti lúta fyri albansku meistarunum

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík eru aftanfyri 0-1 undan returdystinum í Albania

Gunnar Vatnhamar spældi sum vant allan dystin, tá Víkingur Reykjavík í kvøld á Víkingsvøllinum í Reykjavík tók ímóti albanska meistarunum, Egnatia í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Egnatia vann dystin 1-0 við einum sigursmáli Lorougnon Doukouo skoraði í 33. minutti.

 

Málið hjá Víkingi undan evropeisku dystunum var at røkka bólkaspælinum, men nú byrjar tað at síggja torført út hjá Gunnari og liðfeløgunum.

 

Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Returdystur verður leiktur niðri í Albania komandi hóskvøld klokkan 19.

 

Jóhan Hendrik Ellefsen var høvuðsdómari á Víkingsvøllinum. Hjálpardómarar vóru Jørleif Djurhuus og Dan Petur Højgaard. Fjórði dómari var Dagfinn Forná.

 

Patrik Johannesen slapp í kvøld ikki á vøllin fyri Breiðablik, ið á Kópavogsvøllinum tapti 1-2 fyri albanska liðnum, Drita.

 

Drita var á odda 2-0 tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Men við máli í 71. minutti syrgdi Ísak Snær Þorvaldsson fyri, at Breiðablik enn livir í vónini um víðari luttøku.

 

Breiðablik spælir returdystin í Kosovo komandi týsdag klokkan 16.