Víkingur: Tveir ungir mans fingið sáttmála

Áki Magnussen og Bjørn Bakk Bjarkhamar hava báðir skrivað undir sín fyrsta sáttmála við Víking

Víkingur boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við tveir ungar mans. Talan er um fyrstu sáttmálarnar hjá Áka Magnussen og Bjørn Bakk Bjarkhamar.

 

- Áki, sum er úr Norðragøtu, er 19 ára gamal og vinstrabeintur verjuspælari. Hann spældi nógvar dystir á okkara næstbesta liðið í fjør, og hevur eisini verið partur av Betri hópinum. Áki hevur stríðst við ein skaða størsta partin av hesum árinum, men er nú klárur aftur og hevur fingið sín fyrsta sáttmála, skrivar Víkingur og leggur afturat:

 

- Bjørn er 17 ára gamal og úr Leirvík. Hann er høgrabeintur og spælir fyri tað mesta í høgru síðu. Bjørn hevur spælt 16 U-landsdystir fyri Føroyar, og er sjálvsagt tí ein sera spennandi, ungur spælari.

 

Víkingur hevur útmerkað seg við at fáa spælarar frá ungdómsdeildunum og upp á besta liðið seinnu árini.

 

##med2##

##med3##