Vil vita hvussu nógv aðalráðini eru dýrkað

Fyrrverandi løgmaður vil hava løgmann at rokna tað út

Tað er Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður, sum vil hava Aksel V. Johannesen at greiða frá, hvussu nógv dýrari aðalráðini eru í dag í mun til fyri einum ári síðani. Tað ger hann í einum grein 52a fyrispurningi til løgmann, har hann spyr soleiðis:

1. Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?

2. Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?

Í viðmerking til spurningin sigur Bárður á Steig Nielsen, at hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, so byrjaði samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í níggju.

– Nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.

– Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur. Nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og um dagarnar eru tríggir nýggir aðalstjórar settir. Áhugavert er tí at fáa upplýst, hvussu nógv miðfyrisitingin er vaksin í krónum og nýggjum størvum í hesum valskeiðnum, sigur Bárður á Steig Nielsen.