Vilhelm skoraði seks mál í heimasigri hjá Lemvig-Thyborøn

Lemvig-Thyborøn er nú á einum sjeynda plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í kvøld móti Holstebro í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Lemvig-Thyborøn vann greiðan 28-21 sigur. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 13-10.

 

Tað gekk væl hjá Vilhelmi Poulsen, ið gjørdist við seks málum besti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn saman við Jeppe Gade. Vilhelm legði eisini upp til tvey mál.

 

Lemvig-Thyborøn er nummar sjey í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir.

 

Komandi mikukvøld spælir Lemvig-Thyborøn á útivølli móti Skjern.