Vinir gerast pør

Heili tvey út av trimum parløgum verða skapað, eftir upprunaliga at hava verið vinarløg, vísir kanadisk kanning

Heili tvey út av trimum parløgum verða skapað, eftir upprunaliga at hava verið vinarløg, vísir kanadisk kanning. 1900 fólk úr USA og Kanada luttóku í kanningini. 900 av teimum luttakandi vóru lesandi, og rest vóru eldri fólk.

 

Asger Neumann, ið er sálarfrøðingur og lektari á sálarfrøðiliga stovninum í Aarhus, vísir á, at kanningin prógvar týdningin av, at hava eina felags søgu sum par. Hetta kann vera ein sigandi faktorur, og úrslitini av kanningini koma ikki óvart á meg, sigur hann. Tá ið mann hevur knýtt vinarbond, so kennir mann hvønn annan í fleiri ávísum samanhangum, og tískil fær sympatiska og empatiska sjónarmiðið eina størri dýpd, leggur hann afturat.

 

Neumann vísir á, at kanningin einans tekur útgangsstøði í borgarum frá USA og Kanada – og harafturat, at tað serliga var í LGBTQ umhvørvinum, at parløg høvdu eina fortíð við vinarlagið.