Vinnuakfør og privata nýtsla

Fyri at lætta um hjá øllum vinnurekandi at halda sínar skattligu skyldur, eins og at lætta um hjá Taks, meini eg at eitt sera lágt, men fast gjald átti at verið lagt á øll vinnuakfør. Hetta so at øll privat nýtsla av vinnuakførum var í millum arbeiðsgevaran og starvsfólki eina.

Vænti at hetta eisini vildi tænt Taks á tann hátt at sama upphædd vildi komi í landskassan, samstundis sum at ongin orka var neyðug hjá Taks at leggja í hetta øki framyvir.

 So er tað eisini tann grøna grundgevingina, sum er at somu akfør vildu blivi meira brúkt, tvs færri akfør á føroysku vegunum.

Tað at somu akfør vera brúkt mest møguligt eigur ikki at revsast, men heldur at stuðlast.

Tey sum vildu blivu rakt mest av hesi broyting eru tær føroysku bilasølurnar, sum síðani skuldi blivi góđskrivaðar á annan hátt.

www.taks.fo/fo/vinna/sjalvuppgava-2022-hja-feloegum/friir-agodar